Væntar fult hús á Tórsfest

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

Undirtøkan fyri Tórsfest er sum undanfarin ár. Væntandi verður tað útselt.

– Sum nú er sigur hann gott veður, eitt sindur av sirmi frá klokkan níggju, men eg vænti tað verður sum í fjør, fult hús, segði Rúni Djurhuus, fyriskipari av Tórsfest, við FM1 seinnapartin.

Á plakatini eru eitt nú Gavin DeGraw, Eivør, Dizzy Mizz Lizzy, Kristina Bærendsen og Poptös.

Tormóður Djurhuus verður fyrstur á palli klokkan 17:30, og so koyrir tað til seint um náttina.

Rúni Djurhuus, fyriskipari av Tórsfest