Ferðsla um Vága Floghavn er alsamt vaksandi, og tað setur eisini krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum. Sum nú er eru fimm parkeringspláss – standpláss – til flogfør tøk hjá Vága Floghavn. Tey eru ymisk í stødd, og einans trý teirra eru egnað til tey flogfør, sum dagliga eru gestir í floghavnini. Tí er tørvur at byggja út á hesum øki.
– Nú ferðafólkatalið aftur er farið at líkjast tí vit vóru vorðin von við undan farsóttini, og talið á komum og fráferðum samstundis er komið upp aftur á sama stig sum tá sæst týðiliga, at talið á standplássum ikki er nøktandi. Ikki minst tá veðrið er ólagaligt gerst hetta ein veruligur trupulleiki, ein trupulleiki, sum neyðugur er at loysa, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í tíðindaskrivi.
J&K Petersen og Vága Floghavn skrivaðu í gjár undir sáttmála um gerð av einum standplássi afturat. Talan er um alt viðkomandi arbeiði í hesum sambandi – bæði lendisarbeiði og neyðugar innleggingar. Allar fyrireikingar eru nú fingnar frá hondini, og farið verður undir arbeiðið so skjótt øll neyðug loyvi eru fingin til vega, skrivar Vága Floghavn.
– Tørvur hevur verið á einum standplássi afturat í eina tíð, og hann verður bara framskundaður av, at enn størri flogfør um stutta tíð fara at nýta flogvøllin, sigur stjórin í Vága Floghavn.
Talan er um farmaflogfarið hjá FarCargo, sum er væl størri enn tey, ið annars koma og fara um flogvøllin. Men stjórin vísir á, at hetta nýggja standplássið fer ikki einans at verða nýtt til hetta flogfarið. Tað fer at verða nýtt til alla vanliga ferðslu.