Um vikuskiftið var árliga Ljósfestin í Vági. Í tí sambandi vórðu Eyðbritt Krosslá, Bogi Mortensen og Páll Leo heiðrað fyri teirra drúgva og trúgva íkast til bygdina.
Eyðbritt og Bogi hava í fleiri áratíggju arbeitt sjálvboðið í Vágs Bóltfelag. Tey hava verið leikarar, venjarar, nevndarlimir og altíð klár, tá okkurt skuldi gerast. Tey hava savnað pening, staðið í sølubásum, verið við á uttanlandsferðum og ment ungar leikarar.
Í grundgevingini varð sagt: Tað finnast tíbetur eldsálir okkara millum, sum taka tøk, øllum at gagni. Og tey eru við har tað hendir, tað veri segVB hondbólt Cup, Ítróttaháskúli ella Dansibandfestivalur.
Tey eru enn virkin, hóast tey eru komin nakað til árs. Tí varð sagt: Tað er sum hava tey bara altíð verið har!
Páll Leo varð heiðraður fyri sítt arbeiði í og kring Vágs kirkju. Hann arbeiðir stillisliga, men úrslitið sæst. Gras og trø standa oftast nýsligin ella klipt, og væl er ruddað. Um nakað skal málast ella fáast við, taka kønu hendurnar lættliga eina hond í.
Kirkjan og økið kring hana eru eitt prýði fyri bygdina. Tað er ikki ein sjálvfylgja, men úrslit av áhaldandi viðlíkahaldi og røkt.