Vakrasta meistaraheitið í føroyskari fótbóltssøgu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Samanumtøka av meistaraheitinum hjá Víkingi

Menninir hjá Víkingi tóku í dag móti føroyameistarasteypinum í Sarpugerði eftir 4-1 sigur á 07 Vestri í seinasta dystinum hetta kappingarárið.

Sjálvandi er tað nakað serligt at vinna meistaraheitið. Men tað tað tykist at vera rættiliga breið semja um, at meistarasteypið, sum Víkingur tók í móti í dag, er millum størstu avrik í føroyskari fótbóltssøgu.

Meistaramyndin, sum Víkingur hevur lagt út á sína Facebooksíðu vísir veruliga, hví meistaraheitið er nakað serligt. Á myndini standa Víkingarnir frammanfyri øllum sínum viðhaldsfólkum ella kanska er rættari at siga “viðleikarum”. Tí í Víkingi tykjast nærum øll at hava ein leiklut. Felagið hevur dugað sera væl at fáa øll viðhaldsfólkini at hjálpa til í felagnum, og í dag er Víkingur millum best riknu ítróttafeløg í landinum og ímyndin av einari væl samansjóðari Eysturkommunu.

Jóan Petur setti meistarakósina

Á vøllinum á besta mansliðnum eru næstan bara menn úr Gøtu og Leirvík, og so nakrir fáir aðra staðin úr Eysturoynni. Tað má metast sum nakað heilt serligt í hesum tíðum, tá ið nærum øll meistarlið seinnu árini hava verið ein samanseting av føroyskum landsliðsleikarum og sera góðum útlendskum leikarum.

Besta liðið hjá Víkingi hevur verið hugtakandi frá byrjan, tá ið felagið var stovnað í 2008. Men serliga síðan Jóan Petur Poulsen tók við sum venjari mitt í kappingini í 2020 hevur kósin verið greið.

Jóan Petur hevði í fimm ár verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi við frálíkum úrslitum, og longu frá fyrsta degi sum venjari hjá besta liðnum fór hann undir eina miðvísa gongd at taka ungar leikarar inn á aldrandi liðið hjá Víkingi. Í dag eru bara Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar av teimum gomlu, sum hava fast pláss á liðnum frá byrjan.

Síðan eru vit øll vorðin kend við nøvn sum Geza David Turi, Olaf Bárðarsson, Bárð á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson og fleiri aðrar. Og ein helt serlig søga, er at sonur liðskiparan, Atla Gregersen, Árni Nóa Gregersen, hevur verið alsmt størri partur av liðnum saman við pápa sínum. Stuttligt hevði verið at vita, um nakrir aðrir feðgar hava vunnið meistarheitið saman í einari bestu deild

Úrslitini gjørdust eisini beinanvegin betri undir Jóan Petur. Eftir nøkur ár liggjandi fastir á einum fimta plássi, fór at ganga framá. í 2021 var bronsan vunnin, og í 2022 og 2023 vann liðið silvurmerkini beint aftan fyri flúgvandi liðið hjá KÍ.

Eingin megnaði at fylgja Víkingi

Og best sum øll hildu, at KÍ fór at vinna meistarheitið fleiri ár framyvir, so gjørdi Víkingur bart. Liðið fekk eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið og vann átta teir fyrstu dystirnar, áðrenn teir taptu móti KÍ.

Víkingur helt tí fram at vinna, og einans HB hekk í fram til summarfrítíðina. Eftir summarsteðgin gjørdist meira og meira greitt, at Víkingur fór at enda ovast. HB misti flogið, meðan vørrurin, sum KÍ gjørdi, kom ov seint. Seinsta vikuskifti kom gullið í hús, tá ið Víkingur spældi javnt móti HB í Gundadali. Einans KÍ vann móti Víkingi í landskappingini, tveir dystir.

Framtíðin sær ljós út

Eftir frálíka avrikið hjá Víkingi, eru sjálvandi boð úr útlandinum eftir fleiri av ungu leikarunum. Geza Turi fer helst, so skjótt sum hann fær føroyskan ríkisborgararætt. Aðrir leikarar sum Olaf Bárðarson og Poul Kalsberg hava eisini stórar møguleikar í fótbóltinum og kanska fleiri við. Harafturat kemur aldurin fyrr ella seinni á innheinta Atla og Sølva.

Kortini tykist framtíðan hjá Víkingi at vera á tryggari kós. 1. deild og U17-dreingir vunnu eisini meistarheitið, og U15-dreingir gjørdust nummar tvey.

Í einari samtalu skal Jóan Petur Poulsen hava sagt, at hann sær eina fyrimynd í hondbóltsfelagunm H71, og gongdin og framferðarhátturin við ungum leikarum minna nógv um hvønn annan. Tá ið stjørnurnar hvørva av landinum, fáa ungir leikarar úr felagnum møguleikan, og teir taka av.

Hondbóltssambandið hevur bygt landsliðsarbeiðið á arbeiðið í H71. Kanska fótbóltsambandi skuldi hugt eftir, hvussu tey gera í Víkingi. Tí føroyskur fótbóltur treingir til eitt sindur av Víkingamentaliteti.

Hjartaliga til lukku við meistarheitinum Víkingur.