Fyribils venjarin hjá Manchester United, fyrrverandi áleyparin í felagnum, Ruud van Nistelrooy, heldur ikki fram í felagnum, tí boðaði Manchester United frá mánadagin.
Ruud van Nistelrooy tapti ongan av teimum fýra dystunum, hann var fyribils venjari. Tað var til 5-2 sigur móti Leicester í Carabao Cup, 1-1 móti Chelsea í Premier League, 2-0 sigur móti PAOK í Europa League og 3-0 sigur móti Leicester í Premier League.
Manchester United skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
– Ruud er, og vil altíð vera, ein Manchester United-legenda. Vit eru takksom fyri hansara íkast og hansara tilgongd til sín leiklut í felagnum. Hann er altíð verða hjartaliga vælkomin á Old Trafford.
Amorim bíðar eftir arbeiðsloyvið
Nýggi venjarin hjá Manchester United, Rúben Amorim, var í gjár á Carrington, venjingarøkinum hjá United. Hann kann kortini ikki fara undir venjarastarvið fyrr enn arbeiðsloyvið er komið upp á pláss. Tað tekur vanliga tríggjar vikur.
Rúben Amorim og Manchester United gjørdu sáttmála 1. novembur, so hann verður helst ikki klárur at byrja í Manchester United fyrr enn 21. novembur. Tað merkir, at hann verður klárur til útidystin móti Ipswich 24. novembur.