– Vit eru kanska vánaligasta liðið í søguni hjá Manchester United. Eg veit, at tit ynskja yvirskriftir, men eg sigi tað, tí vit mugu viðurkenna tað og broyta tað, er tann harði dóminin. Tað mugu vit viðurkenna sigur venjarin hjá Manchester United, Ruben Amorim, eftir 3-1 ósigurin fyri Brighton heima á Old Traford í gjár
Manchester United hevur havt eitt svikaligt kappingarár á Old Trafford og hevur tapt seks av tólv dystum á Dreymana leikpalli.
Hetta er teirra ringasta byrjan á heimavølli síðan kappingarárið 1893/92, tá ið liðið var kent sum Newton Heath.
Ruben Amorim hevur tapt seks av sínum ellivu dystum í Premier League. United hevur bert vunnið ein av sínum seinastu seks dystum í Premier Legue, og er á einum 13. plássi eftir 22 dystir.
Í gjár legði Yankuba Minthe Brigthon fram um, áðrenn Bruno Fernandes javnaði við brotssparki. Í seinna hálvleiki legði Kaoru Mitoma Brithton fram um, og Georginio Rutter staðfesti 3-1 sigurin, eftir at málverjin hjá United, Andre Onana, gjørdi eitt rimmar mistak.
Nottingham Forest heldur fram við góðu úrslitunum og eru nú nummar trý ájavnir í stigum við Arsenal á øðrum plássi. Forest førdi 3-0 móti botnliðinum Southampton, Elliott Andersen. Cullum Hudson-Odoi og Chris Woods skoraðu málini. Men Southampton skapti spenning í dystin við tveimum málum í seinna hálvleiki, men tað endaði 3-2.
Afturvendi venjari hjá Everton David Moyes vann sín fyrsta sigur við Everton í 12 ár. 3-2 var úrslitið móti Tottenham, eftir at Everton var framman fyri 3-0 í hálvleikinum. Fyri Tottenham ger úrslitið, at liðið er í stórari kreppu, og nú bíða øll til venjarin, Ange Postecoglou, verður sendur til hús.
Meistararnir úr Manchester City eru um at koma á kósina aftur og vunnu heili 6-0 út móti Ipswich.
22. umfar í Premier League
Leygardagin
- Newcastle – Bournemouth 1 – 4
- Brentford – Liverpool 0 – 2
- Leicester – Fulham 0 – 2
- West Ham – Crystal Palace 0 – 2
- Arsenal – Aston Villa 2 – 2
Sunnudagin
- Everton – Tottenham 3-2
Manchester United – Brighton 1-3 - Nottingham Forest – Southampton 3-2
- Ipswich – Manchester City 0-6
Mánadagiin
- Chelsea – Wolverhampton 20:00
Stigatalva í Premier League
D | V | J | T | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 21 | 15 | 5 | 1 | 50 – 20 | 50 |
2 | Arsenal | 22 | 12 | 8 | 2 | 43 – 21 | 44 |
3 | Nottingham Forest | 22 | 13 | 5 | 4 | 33 – 22 | 44 |
4 | Manchester City | 22 | 11 | 5 | 6 | 44 – 29 | 38 |
5 | Newcastle | 22 | 11 | 5 | 6 | 38 – 26 | 38 |
6 | Chelsea | 21 | 10 | 7 | 4 | 41 – 26 | 37 |
7 | Bournemouth | 22 | 10 | 7 | 5 | 36 – 26 | 37 |
8 | Aston Villa | 22 | 10 | 6 | 6 | 33 – 34 | 36 |
9 | Brighton | 22 | 8 | 10 | 4 | 35 – 30 | 34 |
10 | Fulham | 22 | 8 | 9 | 5 | 34 – 30 | 33 |
11 | Brentford | 22 | 8 | 4 | 10 | 40 – 39 | 28 |
12 | Crystal Palace | 22 | 6 | 9 | 7 | 25 – 28 | 27 |
13 | Manchester United | 22 | 7 | 5 | 10 | 27 – 32 | 26 |
14 | West Ham | 22 | 7 | 5 | 10 | 27 – 43 | 26 |
15 | Tottenham | 22 | 7 | 3 | 12 | 45 – 35 | 24 |
16 | Everton | 21 | 4 | 8 | 9 | 18 – 28 | 20 |
17 | Wolverhampton | 21 | 4 | 4 | 13 | 31 – 48 | 16 |
18 | Ipswich | 22 | 3 | 7 | 12 | 20 – 43 | 16 |
19 | Leicester | 22 | 3 | 5 | 14 | 23 – 48 | 14 |
20 | Southampton | 22 | 1 | 3 | 18 | 15 – 50 | 6 |