VAR-light skal roynast í Føroyum í 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Komandi ár verður VAR-light roynt í Føroyum. Tað skrivar bolt.fo. VAR-light merkir, at tað eru færri myndatól enn í tí fullu útgávuni, sum vit kenna frá útlendskum fótbólti.

Higartil hevur VAR, ella Video Assistant Referee, ikki verið brúkt í heimligu kappingini. Kortini er VAR brúkt fleiri ferðir í landsdystum og evropeiskum dystum í Føroyum.

Nógv hava hildið, at tað er gott, at sleppa frá VAR í føroyskum fótbólti. Men nú er helst bara spurningur um tíð, so verður hendan nógv umrødda tøknin vanligur partur av fótbóltinum her heima.

Feløgini eru kunnað um, at FSF fer at gera eina roynd við VAR-light næsta kappingarár. Skipanin skal fyrst roynast í dystum hjá U17-dreingjum. Um tað eydnast væl, so er ætlanin at brúka VAR-light til ein dyst í hvørjum umfari í Betrideildini hjá monnum.