Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at frá kappingarbyrjan 2026 verður VAR brúkt í Betrideildini hjá monnum og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Tað merkir, at VAR fer at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og at øll liðini hava spælt eins nógvar dystir við VAR, tá kappingin endar.
VAR stendur fyri Video Assistant Referee ella á føroyskum filmshjálpardøming
Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, sigur, at arbeitt hevur verið við hesum í eina tíð, og nakrar royndir verða gjørdar í ár, áðrenn VAR verður tikið í brúk av álvara í 2026. Fyrsta royndin varð gjørd fyri trimum árum síðani á Tórsvølli, tá tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst við VAR útgerðini, og føroyskir dómarar fingu møguleikan at royna hana. Royndin eydnaðist so væl, at ætlanin um at innføra VAR nú er komin á mál.