Varð­halds­fongsl­a mann í fýra vikur í nýggjum pedofili máli

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ein maður í 30’unum er varð­halds­fongsl­að­ur í fýra vikur fyri at deila porno­grafiskt tilfar av børnum.

“Føroya Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skerpandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum,” segði løgreglan í almennari fráboðan.

Gerðirnar eru framdar á internetinum og børnini eru ikki eyðmerkt, varð víðari upplýst.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag, og hann varð varð­halds­fongsl­aður í fýra vikur.

Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar, sambært politiið. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

Talan er um eitt sokallað NCMEC-mál, sum er byrjað við at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.