Varðin eigur nú Portalin einsamallur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Broytingar eru framdar í eigaraviðurskiftinum í Sp/f Knassum, sum rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar. Tað skrivar Portal.fo

Varðin-samtakið hevur nú keypt allan partapeningin í felagnum, og brøðurnir Niklái og Jón Nysted eru keyptir út.
Fráfaringaravtala gjørd við teir báðar, og sostatt verða teir ikki knýttir at felagnum hereftir.

Portal.fo skrivar, at Varðin setti pening í Sp/f Knassar fyrstu ferð í 2013, tá Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu tíðina hevur Varðin átt helvtina av partapeninginum í Knassum, men við seinastu broytingini eigur Varðin øll partabrøvini í felagnum.

Ársúrslitið í fjør vísti eitt hall upp á 1,1 millión krónur, og skuldin í felagnum er 8,5 milliónir krónur.

Leiðslan væntar kortini eitt yvirskot í 2025.

Ingvør Dalbø Mikkelsen er nevndarforkvinna í Sp/f Knassar. Bárður Kass Nielsen og Tórheðin Jónsveinsson Jensen eru nevndarlimir.

Stjóri í Knassum er Bárður Kass Nielsen.