,

‘Var­liga bjart­skygdur’ stjóri á Høvda­virk­in­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Víkjandi rávørutilgongd í Føroyum og kaos á tí nigerianska marknaðinum hava saman við øðrum viðurskiftum sent Høvdavirkið út í eitt fíggjarligt illveður sum hevur vart í longri tíð. Tann nýggi stjórin á virkinum í Leirvík, Jákup Eli Thomsen, sigur kortini at hann er “varliga bjartskygdur” um útlitini fyri framman.

Gongdin í tí føroysku fiskivinnuni – eitt nú minkandi upsaveiði samstundis sum línuflotin er farin yvir til at frysta veiðina umborð – hevur gjørt tað meira torført at fáa fatur á rávøru í nóg stórum nøgdum til at turka á Faroe Marine Products (FMP), sum virkið á Hagaleiti formliga eitur.

Hartil hevur Nigeria, sum síðan byrjan hevur verið tann størsti marknaðurin hjá Høvdavirkinum, í eina tíð verið merkt av politiskum ófriði og ruðuleika á gjaldoyraøkinum, við 50 prosent inflatión í matvøruprísum. Tann nigerianska nairan hevur mist nógv virði í mun til US dollaran, og hetta hevur elvt til trupulleikar ikki minst í samhandli við onnur lond.

“Keypiorkan hjá nigerianarum er minkað munandi, og hetta hevur sum vera man eisini kostað fyri okkum soleiðis at skilja at prísurin á teimum vørum vit selja har er kollapsaður,” segði Jákup Eli Thomsen við FM1.

Sambært stjóran bendir tó eitt og annað á at tað ringasta er um at hasa av tá tað kemur til viðurskiftini í Nigeria.

“Vit selja sum er nakað av turkaðum høvdum til Nigeria og prísurin er framvegis ov lágur; tó sær eitt sindur frægari út nú enn tað gjørdi.”

Stjórin metir samstundis at eigararnir í FMP mugu áðrenn leingi taka “týðandi avgerðir” um íløgur fyri at umleggja verandi mjølverksmiðju hjá virkinum.

“FMP setti í sínari tíð upp eina mjølverksmiðju, men hendan gevur ikki rættiliga meining í dag soleiðis sum hon er skrúvað saman,” legði Jákup Eli Thomsen afturat. “Skal tann parturin gagnnýtast við skili, vildi eg mett at ein gongd leið kundi verið at lagt um til at inndampa súrløgu; tí ein vaksandi partur av avskurðinum frá fiskiskipunum fer júst til súrløgu, og nógv av hesari súrløgu verður útflutt til virkir í Noreg at inndampa fyri at útvinna protein til djórafóður. So har er tað upp til okkara eigarar at taka nakrar týðandi avgerðir um tey tingini.”

Millum 35 og 40 arbeiðspláss eru á Høvdavirkinum. Umframt at turka høvd og ryggir av toski og øðrum botnfiski, verður eisini experimenterað nakað við at turka lodnu til fóður fyri húsdjór.

“Nakað av útflutningi til pet food marknaðin í Bretlandi og Týsklandi hevur verið, men hendan framleiðslan má mennast meira,” legði stjórin afturat. “Hetta er ein framleiðsla sum er góð at hava sum eyka, eisini tí hon er við til at geva støðug arbeiðspláss.”

Jákup Eli Thomsen metir sum heild at virkið hóast verandi trupulleikar hevur góðar møguleikar at koma fyri seg og standa seg.

“Eg eri varliga bjartskygdur,” segði hann. “Her eru stórar avbjóðingar, men við røttum avgerðum og røttum innsatsi meti eg tað ber til at fáa hesa skútuna á rættkjøl. Her eru hóast alt stórir møguleikar.”

Varðin er í dag størsti partaeigari í FMP.