Vaskikonufilmur: Ein dagur á Glasi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

-Eg vildi taka mær tíð til at læra tey at kenna, sum fáa samfelagshjólini at mala.

Soleiðis sigur Napoleon Smith, sum starvast sum lærari á Glasi, og sum fyri stuttum lat úr hondum eitt stuttan og heimagjørdan film um vaskikonurnar, sum starvast har á skúlanum.

Ymiskar eru søgurnar hjá hesum vaskikonunum, og eisini koma tær ymsastaðni frá í heiminum.

Niðanfyri kanst tú síggja filmin, sum Napoleon Smith gjørdi í sambandi við, at hann 27. til 30. apríl var á dokumentarfilmsskeiði í filmshúsinum, har danski dokumentaristurin, Frank. P. Poulsen, undirvísti.