Í gjár vóru leysatíðindi um, at Youri Tielemans skuldi til Aston Villa. Í kvøld er hann váttaður í Birmingham felagnum.
Youri Tielemans hevur spælt við Leicester síðani 2019, sum flutti niður í ár.
Tá ið sáttmálin gongur út tann 30. juni við Leicester, hevur tann belgiski landsliðsleikarin valt at fara nýggjar leiðir.
Miðvallarin hevur skrivað undir uppá ein 4 ára sáttmála við Aston Villa og er tann fyrsta tilgongdin hjá felagnum í summar.