VB stríddist væl – H71 vann

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
H71 – VB
34-25 (20-15)

Tað gekk striltnari enn væntað frammanundan hjá hoyvíkskvinnum at basa VB í Hoyvíkshøllini í dag.

Í álopinum skoraði H71 líka lætt, sum væntað. Men í hinum endanum lá eisini væl fyri hjá vágskvinnum at spæla seg gjøgnum verjuna hjá H71, sum ofta er heldur spøk tíðliga í dystunum.

Hjá VB skaraði brasilska Carmen Luiza Silva burtu úr, men eisini spælið inn á strikuna var stundum gott. Hjá H71 var tað serliga Anna Elisabeth Weyhe sum bjóðaði av og skoraði málini. Eisini systrarnar Elsa Egholm og Karin Egholm skoraðu fleiri mál.

Tó at VB stríddist væl, so var H71 kortini frammanfyri við nøkrum málum alla tíðina, og sum tað nærkaðist steðginum hevði munurin hug at økjast nakað.

VB gjørdi tó ein vørr beint fyri hálvleik. Málverjin, Gaia Ben Zikri, bjargaði nøkur skot, og í álopinum lá framvegis væl fyri at spæla seg gjøgnum verjuna hjá H71.

Í steðginum var støðan 20-15 til H71.

H71 økti beinanvegin í seinna hálvleiki. Elsa Egholm skoraði trý mál á rað, og VB svaraði aftur. Gaia Ben Zikri stóð framvegis væl í málinum hjá VB. Carmen Luiza Silva helt fram har hon slepti, og einaferð kom VB niður á trý mál, 24-21.

VB skal avgjørt rósast fyri dystin í dag, men breiddin á liðnum er lítil, og í dag vóru bara tveir leikarar á beinkinum og eingin eykamálverji. Tí hongur nógv á somu leikarum, og tá verður ofta tungt í seinasta enda.

H71 dróg eisini skjót frá aftur, og tað kom ongantíð veruligur spenningur í dystin. Endin varð, at H71 vann dystin 34-25.

Hjá H71 skoraði Anna Elisabeth Weyhe 9 mál, meðan Carman Luiza Silva skoraði 12 ferðir fyri VB


Dómaraseðilin á hsf.fo

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1552231820430
H711550139710423
VÍF1548134413723
Neistin153893701917
StÍF13285359-7410
Stjørnan14352447-956
EB15373494-1215
VB14308482-1742