18. mars verður Kongshøll í Havn karmur um Veðurlagsdagin 2025.
Á Veðurlagsdegnum verður fokus sett á, hvussu Føroyar handfara veðurlagsbroytingar. Fakfólk og áhugað verða savnað at umrøða, hvussu vit eru fyrireikað til veðurlagsbroytingar, og hvussu vit handfara avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær.
Tey føroysku fakfólkini fara at leggja fram kanningar og hagtøl, og knýta hesa vitan til altjóða viðurkendar ávísar, sum samanbera hvussu lond handfara veðurlagskreppuna.
Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.
Á Veðurlagsdegnum 2024 vóru millum týdningarmestu niðurstøðurnar, at miðalhitin í luftini um okkara leiðir er øktur 1 °C síðan 1873, at vatnskorpan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini, og at hitin niðri við botn í Bankarennuni er hækkaður 0,25 °C síðan 2001.
