Veðurstovan: Føroyar sleppa undan Erin – fyrstu tropisku ódnini í ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar sleppa undan fyrstu tropisku ódnini í Norðuratlantshavi í ár. Tað skrivar Veðurstova Føroya.

Ódnin Erin tók seg upp sum tropiskt lágtrýst út fyri Vesturafrika fyri góðari viku síðan.

Síðan hevur hon ment seg við rúkandi ferð og er nú ein ódn í flokki 4, har vindferðin kann røkka upp í 61 metrar um sekundið.

Higartil hevur hon gjørt skaða á Grønhøvdaoyggjum og fleiri oyggjum í Antillunum. Nýggju fólk hava latið lív, og fimm eru ikki komin aftur í aftur.

Veðurfrøðingar rokna ikki við, at ódnin fer á land í USA. Hon fer heldur norðureftir fram við eysturstrondini og verður síðan til eitt vanligt lágtrýst.

Leygardagin var tamda ódnin Erin komin sunnan fyri Flemish Kap við ódnarvindi og nógvum regni. Hon fer nú eystureftir ímóti Írlandi.

Føroyar fara at merkja restirnar av Erin við eysturættum og nakað av regni, men ikki við nógvum vindi.

– So vit sleppa væl – eisini hesaferð, skrivar Veðurstova Føroya.