Veðurstovan mælir til at verja seg móti sterku sólini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstovan mælir fólki til at verja seg móti sólini í góðveðrinum, sum er í Føroyum um dagarnar. Sólin er sterk, og fleiri hava longu fingið eitt reytt dæmi. Hetta kemur av ov høgari UV-stráling, ið kann skaða húð og eygu.

Veðurstovan ávarar serliga um UV-strálur frá klokkan 11 til klokkan 16, tí tá er UV-strálingin sterkast.

Tað er umráðandi at ansa væl eftir og minnast til at verja seg við klæðum, sólskermi og at halda seg burtur frá sólini, tá hon stendur hægst.

UV-stráling kemur frá sólini og verður býtt upp í trý sløg: UVA, UVB og UVC. Tað mesta av UVC og ein stórur partur av UVB-strálunum verða filtraðar burtur í atmosferuni, men UVA-strálurnar raka jarðarskorpuna nærmast ótarnaðar.

Styrkin á UV-strálingini er tengd at árstíð, tíð á degnum og endurspeglin frá umhvørvinum. Serliga er spegling frá sjónum størri enn frá landi.

UV-indeksið (UVI) er ein mát fyri UV-strálingina og tann vanda, sum hon kann elva til. Støðið á UVI veksur, jú hægri sólin stendur, og WHO mælir til at verja seg, tá UVI er yvir 3. Frá UVI 6 og uppeftir er verjan alneyðug.

Veðurstovan arbeiðir við at útvega útgerð til at máta UV-strálur við.