Veðurstovan er nú farin at gera royndarkoyringar við nýggjum havmyndli fyri leiðirnar kring Føroyar. Myndilin skal veita kunning um sjóvarfallið, sum í næstum verður flutt frá DMI til Veðurstovuna.
Havmyndilin fevnir um stórt havøki frá íslendska landgrunninum yvir føroyska landgrunnin til skotska landgrunnin, og um øki, har føroysk skip hava virksemi. Hann er bygdur upp av tríkantum í ymiskum støddum, sum loyva tættari roknipunktum nær landi og í áhugaøkjum.
Myndlakjarnan, FVCOM, er ment á University of Massachusetts, Dartmouth í USA. Í løtuni er bert sjóvarfallið við í myndlinum, men arbeitt verður við at fáa ávirkanina frá stóru havstreymunum við, umframt at brúka veðurmyndlar frá Veðurstovuni til at taka vindi og veður við.
Myndilin verður dagførdur hvønn dag. Hetta tekur góðar fýra tímar. Málið er, at MRCC fær so neyva kunning sum gjørligt um rák og veður til síni leitingararbeiði.
Næsta stigið er at brúka veðurmyndlar við hægri neyvaleika fyri innaru leiðirnar, sum gera metingarnar neyvari inni í sundum og firðum. Royndarkoyringar eru í gongd, og ætlanin er at gera tilfarið tøkt, so onnur eisini kunnu fáa gagn av tí. Alivinnan hevur longu víst áhuga fyri hesum.

Løtumynd frá nýggja havmyndlinum. Í miðuni er rákið í vatnskorpuni og á 1000m dýpi í øllum økinum, og á minnu myndunum eru nærmyndir av samtíðarrákinum í vatnskorpuni í 4 økjum á innaru leiðunum.