, ,

Veik loyni­orð kann hava ver­ið or­søk til net­álop í Klaks­vík

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ov einføld loyniorð kann hava verið tað sum upprunaliga gjørdi at hackarar sluppu inn á telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu í einum tí mest álvarsliga netálopi nakrantíð á føroyskar myndugleikar. Tað framgekk av tí sum Karl Johansen, borgmeistari í Klaksvík, upplýsti á tíðindafundi fyrrapartin ídag.

“Eitt annað í hesum her sum fólk skulu hugsa um, tað er at tá tú fert inn í eina almenna skipan at arbeiða, sum í hesum døminum hjá kommunu, at tú hevur eitt password sum tú hevur lætt við at kenna men onnur ikki kunnu gita seg fram til,” viðmerkti Karl Johansen í svari til spurning frá tíðindafólki.

“Tað er møguliga ein av orsøkunum til hetta her, at fólk ikki hava… Eg sigi ikki tað, men password… tað er nakað sum ein og hvør eigur at hugsa seg um, at vera varin tá man fer inn á net hjá tí almenna og ikki fer á leinkjur ella annað sum kemur, sum man ikki hevur biðið um.”

Eisini kom m.a. fram at borgmeistarar úr øllum landinum vóru týðiliga merktir av óró yvir tað sum hendi í Klaksvík tann 22. september.

“Mánamorgunin tá hetta kom út, tá bleiv eitt ávíst telefonsamband við borgarstjórar um hetta sum hendi… púra bebbaræddir,” segði Karl Johansen.

“Hvussu gera vit? Eingin følir seg tryggan. Tá hetta hendir so fara allir instansar upp á barrikadurnar at kanna teirra skipanir. Hetta hevur verið ein lærupengi, og eg veit at fleiri almennir stovnar hava sent boð út til teirra starvsfólk um at ansa sær. Hetta hevur gjørt tað at nógvir almennir stovnar hava tikið og kannað sína skipan.”

Europol uppií

Tað tykist greitt at talan er um eitt stórt altjóða átak sum varð sett í gongd í sambandi við hackingina.

“Vit vita sum sagt hvør bólkur av teldusníkum hetta er,” segði borgarstjórin víðari. “Teir eru kendir í Europa. Og tað er eingin loyna at tað hevur verið samskifti millum kommununa og teldusníkarnar. Vit hava ikki havt samskifti sjálv tí at tað hava vit ikki førleika til. Førleikin finnist heldur ikki í Føroyum at hava hetta her samskiftið, so vit hava havt professionell uttanlands, eftir ráðgeving frá myndugleikunum um hvønn vit skuldu alliera okkum við. Teir hava so samskift fyri okkum, og ein avtala er gjørd við hesar bandittarnar, soleiðis at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd til allar tær upplýsingar og allar tær dátur sum eru tiknar úr skipanini.”

At rinda loysigjald, sum skilst undir eina millión krónur, var einasti møguleiki at bjarga støðuni kommunan var komin í, staðfesti Karl Johansen.

“Man metir at vissi man ikki fekk hendur á hesum dátum, so varð Klaksvíkar kommuna skumpað eini 15-20 ár aftur í tíð umsitingarliga. So tað er øgiliga umráðandi at vit fingu hendur á hesum virðismiklu upplýsingum, soleiðis at vit kundu fortseta við málsviðgerð og øðrum.”

“Vit vita eisini væl at tað er sera óvanligt at ein kommuna fer í samráðingar ella í forhandlingar við bandittar,” legði borgmeistarin afturat.

“Men tað hava vit verið noydd til í hesum føri, tí at bæði løgreglan í Føroyum og uttanlands og tey sum vit hava samskift við hava sagt, hetta er professionellir teldusníkar sum eru óalmindiliga dugnaligir, og tað er eingin loysn uttan at fáa eina avtalu við teldusníkarnar.”

“Politiið var tað fyrsta sum fekk fráboðan um hesa her hendingina og hesar teldusníkarnar,” legði Karl Johansen afturat.

“Tað bleiv so sett í gongd, og løgreglan í fleiri londum fór í holt við at kanna hetta málið fyri at finna fram til ta útgerð sum er brúkt til hetta her álopið. Tað er ein kanning í gongd runt um í Europa, og tað eru ábendingar um at man fær hendur á ta útgerð sum er brúkt í sambandi við álopið. Ábendingar eru at man er komin… Í kanningunum runt í Europa hjá Europol eru sannlíkindi fyri at tann útgerðin – alt bendir á at hon er brúkt.”