Veltan tekur undir við nýggjari vega­før­ing

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veltan, sum er felag hjá framleiðarum av grønmeti og matvørum í Føroyum, var við á borgarafundinum á Sandi fyrradagin, har ætlaða vegaføringin til Suðuroyartunnilin varð viðgjørd.

Á sínari síðu á Facebook skrivar Veltan, at felagið á fundinum legði fram síni sjónarmið og vísti á, at spurningurin um vegaføring á Sandi ikki einans er eitt lokalt áhugamál, men ein spurningur sum viðkemur øllum landinum.

Tað varð dentur lagdur á týdningin av at varðveita grøna miðdepilin á Sandafløttinum, sum er grundarlagið undir føroyskari grønmetisframleiðslu.
– Tað er av stórum týdningi, at ætlaða vegaføringin ikki verður veruleiki, segði Veltan.

Veltan skrivar víðari, at Tíbetur er ein loysn.
– Á borgarafundinum í gjár varð nýtt uppskot lagt fram um linjuføring. Eftir hesum uppskoti fer Suðuroyartunnilin niður norðan fyri bygdina, og tá er ikki neyðugt at asfaltera seg tvørtur ígjøgnum grøna vakstrarumhvørvið á Sandafløttinum.

Nevndin í Veltuni vónar, at nýggja uppskotið verður væl móttikið og lýsir framstigini sum tyðandi fet mótvegis einum meira burðardyggum og meira sjálvbjargnum samfelagi.