Vendu dystinum við góðum álopsspæli í seinna hálvleiki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HM-undanbólkur L
Føroyar – Gibraltar 2-1 (0-1)

Føroyar gjørdu tað upp á tann trupla mátan, tá ið okkara fótbóltslandslið í seinna hálvleiki vendi einum hóttandi tapið móti Gibraltar til sigurs við stundum góðum álopsspæli.

Serliga eftir eina trífalda útskifting kom veruliga lív í føroyska álopspælið, og at enda var tað fult uppiborið at Føroyar vunnu tann sigurin, sum fótbóltsføroyar kravdi av okkara monnum móti Gibraltar.


Tórvøllur var hálvsettur, tá ið okkara fótbóltslandslið við monnum var nakað so sjáldsamt sum favorittur móti Gibrtaltar.

Føroyar byrjaðu eisini væl og høvdu meginpartin av spælinum, og serliga varð bólturin spældur fram í okkara høgru síðu, har Árni Frederiksberg fekk gott pláss at leggja bóltar innfyri málið. Tíverri var tað ov sjáldan nakar av okkara monnum, sum var fyrstur á bóltinum, og Páll Klettskarð sýntist sum heild rættiliga einsamallur framman fyri málið.

Vit fingu tó ein veruligan góðan møguleika, tá ið Árni spældi bóltin heilt tvørtur um til Viljorm Davidsen, sum rak eitt sindur inn móti málinum og við uttaru síða á vinstra beininum rakti stongina.

Vit hildu fram at hava tað mesta spælið, men tað gjørdist líka sum ikki veruliga vandamikið, tá ið vit nærkaðust brotsteiginum.

Og miðskeiðis í fyrra hálvleiki hendi so tað, sum ikki skuldi henda. Gibraltar, sum hevði fingið meira av spælinum, kom fram í álop. Teir vunnu fyrst ein luftbólt, síðan spældu teir smáspæl á brotsteigarmarkinum nakað til vinstru, og endin var, at James Scanlon beindi eitt flatt gott skot inn við handaru stong.

Føroyar fingu sum ein framman á, og tað tók eina løtu hjá Føroyum at koma fyri seg, og vit høvdu lítið samanhangandi spæl løtuna beint eftir málið.

Í einum føri eydnaðist kortini Adrian Justinussen at koma í góða skotstøðu, men skotið fór í síðunetið.

Tað var eisini heilt nær við, at Gibraltar kom fram um 2-0, tá ið Bárður á Reynatrøð í málinum ikki megnaði at lofta einum frísparksinnleggið, men vit sluppu við hvøkkinum.

Føroyar vaknaðu tó spakuliga aftur og komu beint fyri hálvleik í líknandi álopsstøður sum fyrst í dystinum, har vit komu í góðar støður høgru megin, men neyvleikin var ikki nóg góður í innleggunum.


Seinni hálvleikur byrjaði nokkso rótutt. Føroyar royndu at vera meira ágangangandi, men tað riggaði akkurát sum ikki beinanvegin.

Tá ið fimm minuttir fingu vit okkara higartil besta møguleika. Adrian lyfti ein frálíkan bólt inn um verjuna til Árna, sum serveraði bóltin fyri føturnar á Páll, sum akkurát ikki fekk beint bóltin í málið.

Løtu seinni kom Árni í góða skotstøðu, men málverjin bjargaði. Eisini fekk Adrian ein góðan møguleika, tá ið eitt innlegg frá Árna fór fram tvørtur um málið, men Adrian royndi at leggja bóltin betri til rættis, tá ið hann heldur skuldi havt skotið fyrstu ferð.

Føroyar høvdu hesa løtuna fleiri hornaspørk og aðrar deyðbóltar, men tey vóru ikki nóg vandamikil til at hótta málið veruliga.

Tá ið seinni hálvleikur nærkaðist 20 minuttum, hevði landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein ikki meira tol og framdi eina trífalda útskifting. Inn komu Hanus Sørensen, Patrik Johannesen og Daniel Johansen fyri Adrian Justinussen, Páll Klettskarð og Andrias Edmundsson.

Vit hildu fram at trýsta. Hanus kom í góða skotstøðu, men teir blakaðu seg fyri. Árni sendi eitt gott hornaspark beint á málið, men teir yvirlivdu.

Hesa løtuna sá út til at tað bara var spurningur í tíð áðrenn Føroyar fóru at skora, og tað gav eisini úrslit við næsta hornasparki, tá ið Árni í eyðkendum KÍ-stíli skrúvaði bóltin beint í málið, og so vóru vit við aftur.

Nú vaknaðu eisini teir heldur deydligu áskoðararnir, og tað sama gjørdi Gibraltar, sum fór beint í álop. Men tað varð bara til tað eina álopið frá teimum.

Nú kom Jóan Símun Ednundsson inn fyri Árna Frederiksberg, og saman við Hanusi Sørensen kláraði hann at gera føroyska spælið meira beinleiðis, og tað var heilt nær við at geva úrslit, tá ið Hanus spældi út til Daniel, sum legði flatt innfyri til Jóan Simun, men ein verjuleikari kom fyri.

Tað lá líka sum enn eitt føroyskt mál í luftini. Jóan Símun var aftur nær við, men málverjin bjargaði væl við nærmastu stong. So fekk Patrik ein rimmar møguleika eftir enn eitt gott uppspæl í vinstru síðu, har Daniel og Hallur spældu væl, men inn vildi bólturin ikki.

Patrik gjørdi tað kortini gott aftur, tá ið enn eitt gott føroyskt álop endaði við, at Jóannes Kalsøe Danielsen legði bóltin flatt inn til Patrik, sum umvegis málverjan skoraði sigursmálið í dystinum.

Føroyar hildu fram at vera oman á, og Gibraltar megnaði ikki at hótta hótta Føroyar í yvirtíðini. Tí var tað væl og virðuliga uppiborið at Føroyar vunnu síni trý fyrstu stig í hesari HM-undankappingini, eftir tveir eittmáls ósigrar fyri Kekkia og Montenegro á útivølli.