Venjarin hjá 07 Vestur harmast eina stigið sum var mist móti dystarenda
18.10.2026Í samrøðu við Pætur Nolsøe harmast høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, at hansara menn ikki vóru meira árvaknir og dekkaðu betri upp, tá Aron Knudsen skoraði sigursmálið til 1-0 í 83. minutti. Annars heldur Tór-Ingar, at 07 Vestur stóð einki aftanfyri í avrikinum í dag. Nú eru vágamenn pískaðir at vinna á B68 á Dungasandi komandi sunnudag.