Venjarin hjá 07 Vestur: – Tað verður ein ótrúliga spennandi finala móti AB
25.10.2026Aftaná 2-1 heimasigurin hjá 07 Vestur á B68 fekk Trygvi Absalonsen orðið á venjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, ið kundi fegnast um sera týðandi sigurin í botnstríðnum. Tór-Ingar helt tað vera rættiliga rótut í fyrra hálvleiki, meðan 07 Vestur hevði betri tamarhalda á støðuni í seinna hálvleiki. Um AB á Argjum í seinasta umfarinum, har bæði hava 25 stig staðfestir Tór-Ingar, at tað verður ein ótrúliga spennandi finala, har hann vónar, at hansara menn fara at spæla frítt.