Verður sitandi restina av hesum valskeiðnum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í farnu viku boðaði Rógvi Egilstoft frá, at hann ynskti at fara í farloyvi sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, og hesum hevur bygdarráðið játtað honum.

Á bygdaráðsfundi í dag, 3. juli , var eisini einmælt samtykt, at verandi bygdarráð heldur fram við Annsy Høghamar sum borgarstjóra.

Rógvi Egilstoft hevur fingið longt farloyvið til 1. desember í 2024, og tí heldur Annsy Høghamar fram í sessinum valskeiðið út.

Bygdaráði er annars soleiðis mannað:

Annsy Høghamar, borgarstjóri
Tonny S. Kruse, varaborgarstjóri
Hinir bygdaráðs limirnir eru hesir:
Tummas Súni Joensen
Kristian Martin Juul
Tove Kruse Sørensen
Fríða Jóinsdóttir Joensen
Rógvi Egilstoft

Annsy Høghamar fekk 30 persónligar atkvøður til kommunuvalið tann 10. november í 2020.