UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Norðurmakedonia – Føroyar 1-0 (0-0)
Føroyar spældu sum heild ein góðan dyst í Norðurmakedonia. Men eitt verjumistak hjá Gunnari Vatnhamar kostaði einasta málið í dystinum.
Hóast Norðumakedonia hevði bóltin nógv mest, so hildu vit teimum so at siga frá stórum málmøguleikum. Vit høvdu eisini nakrar góðar løtur í dystinum og høvdu fleiri rímiliga góðar støður. Men avgerandi neyvleikin var ikki til staðar í dag. Einasta veruliga føroyska møguleikan hevði Petur Knudsen, men hart trýstur rakti hann ikki bóltin ordiliga.
Norðurmakedonia vann 1-0, og hin dystin í bólkinum vann Armenia 2-1 móti Litava. Tað merkir at Føroyar enda á triðja plássi í bólki C4 í Nations League. Harvið sleppa vit ikki at spæla um uppflyting í deild B og vera verandi í deild C.
Fyrst í dystinum hevði Norðurmakedonia bóltin fyri tað mesta, men tað eydnaðist teimum ikki at leggja veruligt trýst á kompaktu føroysku verjuna. Eitt fríspark var tað einastu, sum voldi Bárði á Reynatrøð ávísar trupulleikar, men hann fangaði bóltin í øðrum umfari.
Føroyar høvdu tí fyrstu góðu støðuna í dystinum, tá ið ein kontrastøða endaði við, at Brandur Olsen sendi eitt lítið vandamikið langskot móti málinum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki komu Føroyar nógv betri við í spælið og komu eisini í nakrar góðar støður og fingu okkurt hornaspark. Góða føroyska løtan vardi eina løtu, og okkara menn royndu seg við at spæla í gjøgnum og við bóltum innfyri. Manglandi neyvleikin gjørdi tó, at tað ongantíð gjørdist veruliga vandamikið.
Í hinum endanum var Norðurmakedonia ikki serliga vandamikið, men nakrar minuttir fyri hálvleik megnaðu teir fyri fyrstu ferð at spæla seg gjøgnum føroysku verjuna og komu til besta møguleikan higartil í dystinum. Men Andrias Edmunssson megnaði at órógva skjúttan so mikið, at Bárður á Reynatrøð bjargaði..
Seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki var tungt trýst á Føroyar, men okkara menn stóðu stinnir.
Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Føroyar eina góða kontrastøðu, sum endaði við, at Hallur Hansson skeyt langt við síðuna av.
Beint aftaná gjørdist ein av teirra áleyarpum umvegis okkara verju púra leysur, men Andrias Edmunsson bjargaði okkum enn einaferð við einari langari tá.
Tá ið umleið ein tími var spældur, endaði frálíkt samanspæl millum Brand Olsen og Hanus Sørensen í einum kontraálopi við, at Petur Knudsen fekk ein góðan møguleika, men hart trýstur rakti hann ikki bóltin ordiliga.
So hendi tað, sum ikki skuldi henda. Gunnar Vatnhamar rakti ikki bóltin, tá ið ein sending var spæld inn í føroysku verjuna, og so gjørdist Bojan Miovski púra leysur og skoraði.
Í hinum dystinum í bólkinum hevði Armenia lagt seg fram um móti Litava, so nú máttu Føroyar fram á vøllin fyri at javna, um annað plássið í bólkinum skuldi røkkast.
Vit megnaðu tó ikki at koma fram á vøllin beinanvegin, og okkurt smávegis føroyskt mistak afturat mundi kosta enn eitt mál.
Føroyar fingu tó eina góða kontrastøðu, og Petur Knudsen varð feldur beint, sum hann skuldi reka inn í brotsteigin, og frísparki sendi hann sjálvur beint í múrin.
Seinasta partin av dystinum hevði Føroyar bóltin fyri tað mesta, men tað gekk strilti at leggja trýst á verjuna hjá Norðurmakedonia.
Heilt móti endanum fór Andrias Edmundsson fram í álopið, og Páll Klettskarð var eisini komin inn, og nú vóru bóltarnar lossaðir inn móti málinum. Í yvirtíðini høvdu vit nøkur hornaspørk á rað, men Adrian Justinussen fekk tey ikki ordiliga innfyri.
Endin var, at vit taptu ein dyst, sum vit tað sama kundu vunnið. Kortini geva hesir báðir dystirnir, arbeiðssigurin móti Armenia hósdagin og ósigurin í dag eina vón, at tað ber til.
Eisini vísa hesir báðir dystirnir, at hetta venjaratoymið við Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara og Atla Gregersen sum hjálparvenjarar er eitt gott boð uppá framtíðarar venjarar. Teir havi í hvussu er víst okkum, at ein føroysk loysn saktans kann brúkast.
Eitt er so víst, vit mugu hava ein venjara, sum trýr upp á tað ómøguliga, og tað mugu øll, sum varða av føroyskum fótbólti gera, heilt frá ovastu fólkunum í FSF til smábarnavenjararnar úti í feløgunum.
UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Kl. 14.00 á Todor Proeski Tjóðarleikvøllinum í Skopje
Norðurmakedonia – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0, 62.min: Bojan Miovski
Føroyar:
Bárður á Reynatrøð (Málverji)
Viljormur Davidsen
Odmar Færø
Gunnar Vatnhamar
Andrias Edmundsson
Jann Benjaminsen
Meinhard Egilsson Olsen (79. Jóannes Bjartalíð)
Brandur Hendriksson Olsen (85 min Adrian Justinussen)
Hallur Hansson (Liðskipari) (58. min René Shaki Joensen)
Hanus Sørensen (85. min Sølvi Vatnhamar)
Petur Knudsen (79. min Páll Andrasson Klettskarð)
Gult kort: 50. min Petur Knudsen
Á bonkinum:
Mattias Lamhauge (Málverji)
Teitur Gestsson (Málverji)
Jóannes Kalsø Danielsen
Arnbjørn Svensson
Poul Kalsberg
Ási Pállsson Dam
Noah Mneney
Venjari:
Eyðun Klakstein
Stigatalva í bólki C4 í Nations League
Dystir | Sigrar | Javnt | Ósigrar | Mál | Stig | |
Norðurmakedonia | 6 | 5 | 1 | 0 | 10 – 1 | 16 |
Armenia | 6 | 2 | 1 | 3 | 8 – 9 | 7 |
Føroyar | 6 | 1 | 3 | 2 | 5 – 6 | 6 |
Litava | 6 | 1 | 1 | 4 | 4 – 11 | 4 |