– Størsta avbjóðing vit hava í samfelagnum í løtuni er, at tað er trupult hjá vanligum fólkum at seta búgv, og prísvøksturin seinastu árini ger, at fólk hava ringt at fáa endarnar at røkka saman, hóast søguliga høgan lønarvøkstur. Tað sigur samtakið Verkafólk í tíðindaskrivi í morgun.
Verkfólk siga, at í høvuðsstaðnum krevjast nú tólv arbeiðaralønir fyri at keypa hús, meðan kostnaðurin úti um landið er 6,5 arbeiðaralønir.
Samtakið heitir á politisku myndugleikarnar um at seta spurningin ovast á dagsskránna og fremja átøk beinanvegin.
Verkafólk krevur, at ein hámarksleiga verður ásett í leigulógini, at eftirlitið við leigubústøðum verður betrað, og at ein nýggj skipan við býlisstuðli skal javnseta leigarar og eigarar.
Felagið Bústaðir, sum í dag er undirfíggjað, skal hava greiðari treytir og betri fígging, so bíligari bústaðir kunnu gerast. Samstundis skal Húsalánsgrunnurin virka aftur og bøta um møguleikan hjá lág- og miðalløntum at seta búgv.
Sambært samtakinum er bústaðartrotið ein av størstu samfelagsavbjóðingunum í dag, og tað má tryggjast, at yngra ættarliðið sleppur inn á bústaðarmarknaðin, so vanlig fólk hava møguleika at seta búgv í Føroyum.