Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir nú verkfallið. Frá mánamorgni 9. oktober herða felagið verkfallið til eisini at fevna um skurðambulatoriið.
– Síðan mánadagin hava vit verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið seinasta hálva árið hevði noktað at flutt seg ein tumma í samráðingunum. Tey hava støðugt hildið fast í einum karmi, ið tey høvdu avgjørt frammanundan. Einum karmi, sum gevur okkara limum eina rættiliga stóra lækkan í reallønini, og sker burtur av tí vøkstri, ið vit hava vunnið okkum gjøgnum tvey drúgv verkføll, skrivar felagið í einari yvirlýsing.
Felagið heldur, at eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, so staðfestir felagið, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri samráðingarborðinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at felagið hevur møguleika at vera í verkfalli í langa tíð. Men felagið hevur ongan áhuga í at draga verkfallið út, ella lata tað ganga útyvir fleiri fólk enn neyðugt.
Tí er herðanin ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesa ferð at samráðast, heldur enn áhaldandi at diktera sama karm, ið tey hava gjørt síðan apríl, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelagið.