Veronika skúlastjóri á Fossánesi komandi skúlaár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Veroniku Petersen í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi frá 1. august 2025 at rokna. Starvið er tíðaravmarkað farloyvisstarv fyri skúlaárið 2025/26.

Veronika er 52 ára gomul og býr í Norðdepli. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .

Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu árini hevur hon arbeitt á serbreytini í Miðnám á Kambsdali.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans.

Tað eru áleið 34 næmingar frá 1. – 7. flokk knýttir at skúlanum skúlaárið 2025/26. Skúlastjórin
er bæði leiðari skúlans og hevur undirvísingartímar.