Vestmannakvinnur bukaðu VB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS kvinnur: VÍF – VB 47-27 (25-12)

Tað var ikki nógv um kvinnurnar hjá VB, sum vóru komnar norður um fjørð til Vestmannar at spæla móti VÍF.

VB fylgdi við so nøkulunda í eini tíggju minuttir, tá ið støðan var 9-6. Men eftir tað bukaði VÍF heilt einfalt vágskvinnur av.

Í hálvleikinum var 25-12 til vestmannakvinnur. Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og endin var, at VÍF vann 47-27.

Hjá VÍF skoraði Agnas Funn 9 mál, og fyri VB var brasilska Carmen Luiza Silva toppskjútti við heili 13 málum.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil