SMS-deildin, fjórðingsfinala
VÍF- Stjørnan 36-27 (18-14)
Tað var kanska eitt sindur torførari hjá kvinnunum hjá VÍF at basa Stjørnuni enn væntað, tí Stjørnan gav VÍF góða mótstøðu í fyrra hálvleiki.
Liðini skiftust eitt sindur um at vera frammanfyri, og seinast tað var javnleikur, var tá ið 20 minttir vóru spældir, tá ið støðan var 12-12. Seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki, kom VÍF fram um 18-14.
Fyrst í seinna hálvleiki náddi Stjørnan at minka niður í 18-16. Men so skrædnaði veruliga, og við nógvum skjótálopum, har serliga Rannvá Olsen skoraði fleiri mál, avgjørdi VÍF dystin. Tá ið sjey minutttir vóru spældir var 24-18 til VÍF.
Hóast VÍF var betri, so var ongantíð talan um serliga gott hondbóltsspæl. Einaferð kom StÍF niður aftur á fýra mál, men minni var munurin ongantíð, og VÍF vann dystin 36-27.
Hjá VÍF lá serliga væl fyri hjá Rannvá Olsen at skora í dag. Hon sendi bóltin 12 ferðir í málið. Fyri Stjørnuna skoraði Jancy Jógvansdóttir Poulsen 6 mál.
Í hálvfinaluni skal VÍF spæla móti H71. Hesi bæði liðini er rættiliga jøvnt og hava higartil hetta kappingarárið verið tey næstbestu eftir sannførandi oddaliðið Kyndil. Tí eru útlit fyri tveimum ella trimum spennandi hálvfinalum seinni í apríl.
