Venjarafelag Føroya skipar á 14. ári fyri VFF Cup. Talan er um eina væl skipaða kapping millum fremstu liðini í Føroyum, sum á henda hátt fáa nakrar góðar venjingardystir í beinini, áðrenn landskappingin byrjar. Harumframt fáa okkara bestu dómarar eisini nakrar kilometrar í beinini og áskoðararnir fáa kanska eyga á ungar, evnaríkar leikarar og nýggjar, spennandi leikarar.
Fyrsta umfar av VFF Cup fer av bakkastokki í vikuskiftinum leygardagin 18. januar, har liðini dystast soleiðis:
- KÍ-NSÍ (dómari Kári á Høvdanum – hjálpardómarar Jørleif Djurhuus og Djóni Jacobsen)
- B68-Víkingur (dómari Dagfinn Olsen – hjálpardómarar Edvard Højgaard og Marnar F. Olsen)
- 07 Vestur-TB (dómari Rúni Olsen – hjálpardómarar Niklas Petersen og Allan Mouritsen)
- B36-FC Suðuroy (dómari Heini Z. Viðoy – hjálpardómarar Jan Hermansen og Andreas Petur Hansen)
- (EB/Streymur-HB (dómari Alex Troleis – hjálpardómarar Jan Andersen og Dominick Troleis))
Allir dystir standa til at byrja kl. 12.00 uttan B36 ímóti FC Suðuroy, sum byrjar kl. 13, meðan EB/Streymur ímóti HB er útsettur.
Talan er um 5 umfør og síðani verður finaluumfarið spælt 15. februar. 4. umfar verður spælt mikudagin 5. februar, men annars standa hini umførini til at vera leygardag.