Við Johannu í Skotlandi (3)
04.08.2026Í sendingini hoyra vit um túrin hjá sluppini Johannu í Skotlandi fyrr í summar, . Sagt verður frá serstøku hendingini, tá 142 ára gamla Johanna møtti tí útvið 100 ára gamla Harry Potter tokinum í Neptunes Staircase við vestasta partinum av caledonisku kanalini. Vitjaninar hjá sluppini í vøkru býunum Oban og Tobermory verður eisini umrødd. Og so hoyra vit um túrin framvið North Rona og Súluskerinum, sum eru nærmasta land til Føroya. Hetta er triðja og seinasta sending.