

Við Johannu í Skotlandi
14.07.2026Fyrr í summar var sluppin Johanna á vitjan í Skotlandi. Siglt bleiv ígjøgnum Caledonisku kanalina, sum kenda vatnið Loch Ness er ein partur av. Vitjað varð eisini í býunum Oban og Tobermory. Ronnie Thomassen hevði bandupptakaran við, og hevur gjørt eina frásøgn frá túrinum. Hetta er tann fyrsta av trimum sendingum.







