Viðarlundirnar í Vága kommunu fáa nýtt lív

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinastu mánaðirnar hevur grøna toymið hjá Vága kommunu gjørt eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði í viðarlundunum í Miðvági og Sandavági. Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið er liður í at tryggja trivnaðin hjá trøunum og økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.

Grøna toymið í kommuni hevur, saman við Skógrøkt landsins, arbeitt við at tynna í viðarlundunum. Avskornu greinarnar verða ikki burturbeindar, men endurnýttar til kvashegn, sum roynt er at gera í viðarlundini í Miðvági. Slík kvashegn skapa bústaðir til fuglar og smádjór og eru eitt týdningarmikið stig fyri at økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.

Í Sandavági eru nýggjar gøtur gjørdar, fleiri ruskspannir settar upp, og nýggj sitipláss úr viðarbulum eru komin, umframt at borð og benkur eru sett upp. Hetta ger viðarlundina til eitt enn meira innbjóðandi stað hjá vitjandi.

Arbeitt verður víðari við at tynna út og seta nýggj trø, runnar og staudir niður fyri at økja fjølbroytni. Hetta kemur ikki bert náttúruni til góðar, men skapar eisini betri møguleikar fyri menniskju at njóta náttúruna.

Nú, tá jólini nærkast, verða viðarlundirnar báðar pyntaðar, og tær fáa ein eyka hugnaligan jólastemning.

Viðarlundirnar í Miðvági og Sandavági eru eitt dømi um, hvussu náttúrurøkt og burðardygd kunnu skapa grønar oasar og góðar lívsumstøður fyri bæði smádjór, fuglar og fólk.