So hevur Klæmint Andrasson Olsen innskrivað seg í bestu deildini í Íslandi. Hetta gjørdi hann í gjárkvøldið, tá hann langt inni í yvirtíðini avgjørdi dystin fyri Breiðablik í 5-4 sigrinum móti Fram Reykjavík.
Patrik Johannesen, sum undan hesum kappingarárinum bleiv keyptur til Breiðablik, byrjaði inni og økti til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Breiðablik var bæði á odda 3-0 og 4-2, men Fram gav ikki upp og megnaði at javna, tá tað restaðu 15 minuttir av dystinum.
Men so varð Klæmint A. Olsen skiftur inn, tá 82 minuttir vóru farnir, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð avger, tí langt inni í yvirtíðini skoraði rituvíkingurin sigursmálið í dystinum, tá hann eftir hornaspark setti høvdið á bóltin, ið fór inn í Fram-málið, og soleiðis fekk Klæmint bæði debutt og mál í sínum fyrsta dysti í Bestudeildini.