Hósmorgunin varð boðað til tíðindafund, har samgongan kom við sínum leingi væntaðu útmeldingum, um hvussu farast skal fram í samband við samstarvið við Russland. Útmeldingar, sum politiska skipanin hevur bíðað hálvt ár eftir, tí málið mátti kannast “út í æsir,” sum tikið varð til.
Sum vit longu hava hoyrt frá Vørn, so brúkti løgmaður, Aksel V. Johannesen, skeiv tøl, tá hann í løgtinginum undir fyrstu viðgerð hósdagin greiddi frá, at virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Føroyum er vaksandi. Hetta er beinleiðis skeivt!
Løgmaður greiddi frá, at russisk skip umskipa millum 300-400 túsund tons í Føroyum, hóast tølini hjá Vørn siga, at virksemið hjá russisku skipunum hevur verið støðugt minkandi seinastu árini (sí video niðanfyri)
Tað er eitt álvarsmál, at Føroya løgmaður hevur beinleiðis sagt ósatt í løgtinginum, har hann er komin við villleiðandi upplýsingum fyri politisku skipanini.
Bárður á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum