Tá ið Adrian Alexander Mann var 15 ár í 2004, undraðist hann á, hvussu langir bass-streingirnir á einum klaveri vildu vera, um ein ikki brúkti koparstreingir fyri at fáa tann rætta tónan, tí vanligt vera bass-streingir ballaðir inn í kopar fyri at fáa tann djúpa tónan uttan at gera teir longri.
Adrian byrjaði at keypa klaverstreingir og táttaði teir upp í havanum. Longdin var 6,7 metrar, men ljóðið var ótrúligt.
Frá tí at hann var 16 ára gamal og tey næstu fimm árini, byrjaði hann at byggja Alexander Piano, uppkallað eftir oldurabbanum hjá Adrian Alexander Mann. Tað stóð liðugt 24. oktobur 2009, tá var hann 20 ára gamal.
Tá var klaverið 5,7 metrar langt og vigaði yvir 1.000 kg
Hesi árini hevur klaverið verið runt heimin. Einans nakrir fáir kendir tónleikarir hava spælt uppá tað.
Adrian hevði vónað at Sir Elton John vildi spæla uppá tað, men av tí at Elton hevur sáttmála við Yamaha, kann hann ikki spæla alment uppá nakað annað enn Yamaha. Skuffandi, men væl skilligt.
Adrian arbeiðir við klaverum í egnum verkstaði í Dunedin.
Síðani 2017 er klaverið komi “heim” og hann hevur enn konsertir og finnur sær stundir at spæla sjálvur.
Adrian vónar at hann fer at byggja eitt annað klaver.