Viðgera enn málið um valsvik í Oyndarfirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur sigur, at Løgmálaráðið framvegis viðger fyrisitingarliga partin av málinum um valsvik á kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í Runavíkar Kommunu.

Í svari til fyrispurning frá løgtingsmanni Jacob Vestergaard upplýsir landsstýrismaðurin, at hann enn ikki hevur hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið. Hann sigur, at hann ikki hevur hoyrt nakað frá løgregluni um kanningararbeiðið.

Málið varð klagað til Løgtingsins umboðsmann, sum 23. apríl mælti Løgmálaráðnum til at taka fyrisitingarliga partin upp til nýggja viðgerð. Tað hevur ráðið nú gjørt.

Í revsirættarliga partinum av málinum hevur Løgmálaráðið spurt løgregluna um støðu, og svarið var, at málið er sent til tekniska kanning í Danmark. Enn er ongin niðurstøða gjørd í tí sambandi.

Jacob Vestergaard segði í viðmerkingunum til spurningin, at tað er sera álvarsamt, at spurnartekin framvegis verður sett við valúrslitið í Runavíkar Kommunu.