Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag lagt uppskot fyri tingið, ið skal geva landsstýrinum víðkaðar heimildir til at seta tiltøk í verk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina.
Ítøkiliga stendur í uppskotinum, at grein eitt stykki tvey skal strikast úr løgtingslógini um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina, sum varð samtykt 6. Mei í fjør.
Hendan greinin sigur, at tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, kunnu ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg.
Verður uppskotið hjá Høgna Hoydal samtykt, nýtist landsstýrinum altso ikki at fara aftur í løgtingið eftir heimild til at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi, eisini hóast hesi tiltøkini avmarka útflutningin av fiskavørum og matvørum.
Uppskotið hjá Høgna Hoydal kemur til fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.