Viðmerkjararnir: 1-1 var rættvíst – Fróði: Ein vánaligur dystur hjá B68 – Schjønberg: 07 Vestur reisti seg í seinna hálvleiki

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og vælmannaða viðmerkjaraliðið, Hera Wang Danielsen og Jóhan á Mýrini siga frá málunum í dystinum B68-07 Vestur 1-1 (1-0). Hoyr eisini Hera og Jóhan taka samanum tað, ið samanumtalt var ein uppiborin javnleikur. Trygvi prátaði eisini við høvuðsvenjararnar, Fróða Benjaminsen hjá B68 og Michael Schjønberg hjá 07 Vestur. Fróði heldur, at talan var um ein vánaligan dyst hjá B68. Schjønberg fegnast um seinna hálvleik, og møguleikan 07 Vestur enn hevur at yvirliva í deildini. MYNDIR: Sverri Egholm.