Viðmerkjarin hjá FM1: – Álopsspælið hjá NSÍ var framúr gott
10.08.2026Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum NSÍ-Skála ÍF 4-0 (3-0). Trygvi heldur, at álopsspælið hjá NSÍ var í topp, og teir borðreiddu eisini við nøkrum góðum málum í kvøld. Um Skála ÍF má staðfestast, at talan var um eitt slakt avrik, har teir ikki høvdu nakran veruligan málmøguleika í dystinum.