Viðmerkjarin hjá FM1: – At leggja frá landi við einum sigri er tað týdningarmesta
04.11.2026Aftaná 37-30 (20-13) sigurin á Kosovo í høllini við Tjarnir í fyrsta EM-undankappingardystinum í undanbólki 4 fekk frásøgumaðurin, Pætur Nolsøe viðmerkjaran, Jóannes Prestá at taka samanum dystin. Jóannes leggur dent á, at vit mugu ikki grenja, um enn onkur hevði ynskt ein størri sigur. At leggja frá landi í EM-undankappingini er tað týdningarmesta, og nógv gott var við føroyska avrikinum. Føroyar fáa ein hvílidag meir enn Montenegro undan dystinum í Podgorica sunnudagin klokkan 17. Tað eigur at vera ein fyrimunur fyri okkara.
Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands