Viðmerkjarin hjá FM1: – Eitt framúr avrik men tíverri ikki úrslitið vit høvdu tørv á
13.11.2026Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum Slovakia-Føroyar 2-2 (1-1), og brotssparksstøðuna sum førdi til fyrra føroyska málið. Agnar staðfestir eitt framúr gott avrik móti bólkavinnarunum á útivølli, men vit eru tíverri ikki nóg skarpir í summum støðum. Staðfestir Agnar.