

Viðmerkjarin hjá FM1: – Fyrri hálvleikur í dystinum millum Víking og KÍ var sjáldsama góður
19.06.2026Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Erland Tvørfoss siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum í Sarpugerði: Víkingur-KÍ 2-2 (2-2). Hoyr eisini Erland taka samanum dystin. Erland heldur, at fyrri hálvleikur er ein tann besti hálvleikurin hann hevur sæð í bestu føroysku mansdeildini.






