Viðmerkjarin hjá FM1: – KÍ vann ein sera týdningarmiklan sigur har EB/Streymur ikki tók av
31.08.2026Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Kristoffur Jakobsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum KÍ-EB/Streymur 3-0 (1-0). Kristoffur staðfestir, at KÍ vann ein sera týdningarmiklan sigur, og hann heldur, at KÍ má vinna allar dystirnar, ið eru eftir, um teir skulu koma í námind av einum møguleika at endurvinna FM. Kristoffur heldur, at EB/Streymur spældi væl í seinna hálvleiki í kvøld, men teir tóku ikki av málmøguleikunum teir høvdu.