Tú lurtar eftir

Viðmerkjarin hjá FM1: – KÍ var omaná í 70 minuttir – væl komið aftur av NSÍ

23.08.2026

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum KÍ-NSÍ 2-2 (0-0), har KÍ eitt skiftið var á odda 2-0. Eli heldur, at KÍ var tað betra liðið í 70 minuttir, men NSÍ megnaði at gagnnýta eitt mistak í uppspælinum hjá KÍ, og stríddi seg til ein sera týdningarmiklan javnleik. Eli heldur, at hetta var ótrúliga væl komið aftur av NSÍ, ið við hesum javnleikinum varðveitir gloppið á trý stig niður til KÍ.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)