

Viðmerkjarin hjá FM1: – møguleikarnir hjá KÍ at vinna seg víðari eru 60-40
21.07.2026Viðmerkjarin hjá FM1 til dystarfrásøgnina KÍ-Kauno Zalgiris 0-0, Jóan Pauli Jacobsen er bjartskygdur um returdystin í Kaunas um eina viku. Jóan Pauli heldur, at KÍ var leikliga omaná í kvøld, og hann metir møguleikarnir fyri, at KÍ vinnur seg víðari í kappingini eru minst 60-40.















