

Viðmerkjarin hjá FM1 saknar meira framrættað spæl hjá HB og Víkingi
30.05.2026Aftaná 0-0 javnleikin millum HB og Víking í Gundadali bað frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð viðmerkjaran, Gert Hansen taka samanum dystin. Gert saknar meira framrættað spæl hjá HB og Víkingi. Tá tað er sagt væntar Gert tó, at tað vera hesi bæði liðini, ið fara at kappast um týðandi fjórða plássið, ið kann geva atgongd til evropeiskan fótbólt.
















