

Viðmerkjarin hjá FM1: – Spell NSÍ ikki legði seg greitt á odda í fyrra hálvleiki
09.07.2026Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í Conference League undankappingardystinum NSÍ-Hamrun Spartans 1-1 (1-0). Trygvi heldur, at tað er spell, at NSÍ ikki legði seg greitt á odda í fyrra hálvleiki við nøkrum málum. Tí í seinna hálvleiki fall NSÍ í støði, og nú er útgangsstøðið ikki so gott til returdystin í 30 hitastigum á Malta komandi hóskvøld.






