Viðmerkjarin hjá FM1 trýr avgjørt upp á møguleikan hjá KÍ at røkka deildarspælinum
20.08.2026Aftaná 0-0 javnleikin í fyrra røkk støkk dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League millum KÍ og Riga FC fekk Rúni á Reynatrøð viðmerkjaran, Jan Andreasen at taka samanum dystin. Jan heldur, at KÍ stóð seg væl í verjupartinum. Tað fattaðist bert eitt mál í hinum endanum, so hevði útgangsstøðið verið gott. Jan trýr tó avgjørt upp á, at KÍ kann røkka deildarspælinum. Jan heldur, at KÍ trúgva avgjørt upp á møguleikan, hóast torføran útidyst.